Tað eru eini prógv fyri, at aluminum í deodorantum er heilsuskaðilig.
Tað staðfestir Apotekið.
Nakað síðani varð upplýst, at norskir myndugleikar hava sátt iva um, at nýtslan av aluminium í deodorant og øðrum kosmetiskum vørum, skuldi elva til bróstkrabba.
Síðani hevur ein óheft nevnd av serfrøðingum í ES kannað málið og niðurstøðan er, at ongi skjalprógv er fyri, at nýtslan av aluminium í kosmetiskum vørum økir um vandan fyri bróstkrabba ella øðrum krabba.
- Tað eru heldur eingi prógv fyri, at nýtslan av aluminium í kosmetikki økir um Alzheimer, Parkinson, ella øðrum sjúkum.
Sum heild eru ongi prógv fyri, at aluminiumnøgdin í deodoranum, er heilsuskaðilig yvirhøvur.
- Tað vil siga, at sambært hesi óheftu nevnd av serfrøðingum í ES, er tað ikki nøkur orsøk at stúra, sigur Apotekið.
Í stórum nøgdum kann aluminum vera eitrandi, men tann mongdin, sum verður upptikin í kroppinum, tá ein nýtur kosmetiskar vørur, verður mett, at vera so lítil, at tað ikki er heilsuskaðiligt.
Annars fæst eisini deodorant við ongum aluminium í.
Hinvegin er altíð gott at fylgja ráðunum, um ikki at brúka deodorant á skadda húð og beint eftir at ein hevur rakað sær, tí tá er húðin meira viðbrekin, sigur Apotekið









