Bárður Olsen legði EB/Streym á odda fyri framúr langskoti í Streymnesi í gjár. Hann heldur ikki, at leiðslan var í vanda.
- Vit høvdu fullkomiliga tamarhald á støðuni. Hóast teir minka um munin, so hava vit tveir stórar møguleikar eftir tað. Har aftrat misnýta vit brotspark, tá vit eru á odda við tveimum.
Nógv verður prátað um Peter Foldgast í løtuni. Tit síggja uttan iva fram til, at hann kemur til landið?
- Sjálvsagt. Hann verður helst ein stórur styrkur. Arnbjørn Hansen skjýtur eisini eina rúgvu av málum í løtuni, og Foldgast er jú eisini málrevur. Vónandi fáa teir tað at rigga, staðfestir Bárður Olsen.










