Einasta valevnið hjá Sjálvstýrinum til fólkatingsvalið, Jógvan Skorheim, hevur ikki stundir at møta upp til fyrstu valsendingina hjá Kringvarpinum, sum skuldi vera í dag klokkan 17:05. Av tí sama er sendingin tikin av skránni í dag.
Tað segði Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur í Kringvarpinum, í morgunsendingini í morgun.
Tað eru tey bæði, Jón Brian Hvidtfeldt og Beinta Løwe, sum skipa fyri sendingunum í sambandi við fólkatingsvalið, sum verður 5. juni.
Jógvan Skorheim hevur sum mál ikki at møta upp á Fólkatingi, skuldi flokkurin verið valdur. Hann sigur, at um fólk velja Sjálvstýri, so velja tey ein tóman stól á Christiansborg.
Jógvan Skorheim er farin til Danmarkar, har hann í Odense skal taka ímóti træseglskipunum, sum eru farin á flaggferð úr Føroyum til Danmarkar í sambandi við, at 100 ár eru liðin síðani Merkið veiftraði á fyrsta sinni. Klaksvík og Odensen eru vinarbýir.
Á seinasta fólkatingsvali fekk Sjálvstýrisflokkurin 1,7 prosent av atkvøðunum. Flokkurin fekk tilsamans 403 atkvøður. Skuldi hann fingið annan fólkatingssessin, so vantaðu Sjálvstýrisflokkinum 5.264 atkvøður.
Tað eru 104 ár síðani Sjálvstýrisflokkurin seinast fekk umboð valt á Fólkating. Tað var, tá Edward Mitens varð valdur í 1915.