Fyritøkan Kelvin varð stovnað við tí visión at menna køling innan orkusparing og at endurvinna spillhita.
Umleið fimti hvør kilowatt tími sum elfelagið SEV selur fer til køling, og talið er vaksandi so hvørt sum privatu húsarhaldini fáa sær hitapumpur, ið verða riknar við streymi frá elfelagnum.
Eftirlit er tí av størsta týdningi fyri at varðveita eina lága elnýtslu. Hetta er ein tænasta, sum vit hava spesialiserað okkum í, so kundin fær sum mest fyri minst, sigur Boði Olsen frá Kelvin.
Í sambandi við at fyritøkan hevur eisini spesialiserað seg í eftirliti og í ráðgeving eru starvsfólkini væl útbúgvin og halda seg alla tíðina dagførd við tí nýggjasta innan orkusparing og køling.
Eingin uppgáva innan okkara øki er ov lítil ella ov stór. Heldur ikki er nøkur uppgáva uttan fyri áhugaøki okkara. Vit hava royndir frá teimum mest framkomnu skipanum, sum eru á marknaðinum.
Umframt at vit arbeiða við hitapumpum og kølirúmum bjóða vit eisini heildarloysnir, sum kunnu spara kundan fyri nógvar pengar.
Nakað av tí sum vit dagliga arbeiða við er t.d. optimering av anleggum, eins og vit ráðgeva og designa anlegg.
Arbeitt verður nógv umborð á skipum, og vita hava royndir frá teimum mest framkomnu skipanum við t.d. ammoniakk-koltvísýru.
Vit eru eisini serfrøðingar í ventilatónsskipanum og aircondition anleggum umborð á skipum, í bygningum og í bilum.
Fyri at kunna gera gott arbeiði leggja vit stóran dent á kvalitet og servisering. Í hesum sambandi gera vit ofta serviceavtalur við kundar okkara, sigur Boði Olsen frá Kelvin.