Eingin útskifting hjá Javnaðarflokkinum

Tað verða tey somu fólkini, sum koma at halda fram í landsstýrinum fyri Javnaðarflokkin Á tíðindafundi í Tinganesi varð fyri lítlari løtu síðani avdúkað, hvørji tey nýggju landsstýrisfólkini verða.

Undan tíðindafundinum varð longu staðfest, hvørji umboðini fyri Fólkaflokkin og Sambandsflokki verða, og hvørji málsøki tey komu at umsita.

Spenningurin var tí bert um hvørji landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum fóru at verða.

Nógv hevur verið gitt seinastu dagarnar, men nú er tó greitt, at tað verða tey somu fólkini, sum koma at halda fram í landsstýrinum fyri Javnaðarflokkin.

Jóannes Eidesgaard verður fíggjarmálaráðharri, Hans Pauli Strøm verður heilsumálaráðharri og Helena Dam á Neystabø verður mentamálaráðharri.

Býtið er annars soleiðs nú:

Løgmaður verður Kaj Leo Johannesen

Uttanríkisráðharri Jørgen Niclasen

Fíggjamálaráðharri Jóannes Eidesgaard

Fiski- og tilfeingismálaráðharri Jacob Vestergaard

Almannamálaráðharri Rósa Samuelsen

Heilsumálaráðharri Hans Pauli Strøm

Innlendismálaráðharri Annika Olsen

Vinnumálaráðharri Jóhan Dahl

Mentamálaráðharri Helena Dam á Neystabø