Eingin trygd fyri danska lestrarstuðulinum

Ísland loysti í síni tíð frá danska ríkinum. Tí hevur støðan hjá íslendskum lesandi serligan áhuga. T.d. hvønn týdning hetta hevði fyri rættindi íslendinga til danskan lestrarstuðul, sigur Heðin Mortensen m.a. í viðmerkingum sínum til fyrispurning um lesandi og stuðul eftir loysingina

Ólavur í Beiti


? Fara føroysk lesandi eftir eina møguliga loysing framhaldandi at fáa danskan lestrarstuðul? Hetta vil Heðin Mortensen hava at vita frá Signari á Brúnni, metamálaráðharra, og tingi hevur samtykt at spurningurin skal svarast.

Í viðmerkingunum, sigur Heðin Mortensen, at føroysk lesandi hava, sum er, rætt til danskan lestrarstuðul, tá tey fara til Danmarkar í lestrarørindum. SU styrelsen setir í málsviðgerð síni føroyskar lesandi javnt við aðrar danskar ríkisborgarar.


Fyrr minkaður

? Neyvan er hugsandi hjá lesandi at fremja lesnað uttan fyri Føroyar uttan haldgóðan stuðul. Føroyski lestarstuðulin er fyrr settur niður, tá kreppan herjaði. Tann føroyski stuðulin er heldur ikki hækkaður síðstu árini. Eingin trygd er tí fyri, at føroysk lesandi kunnu gjøgnumføra lesnað, um atgongdin til danska lestrarstuðulin heldur uppat. Í øllum førum fer hetta ikki at bera til, uttan at ungfólk annaðhvørt seta seg í stóra skuld ella mugu leingja um útbúgvingartíð sína vegna ov nógv arbeiði afturat lesnaðinum til tess at forsyrgja sær og sínum.

? Landsstýrismaðurin eigur at greina fyri tinginum, hvørja atgongd borgarar í øðrum norðanlondum hava til lestrarstuðul í Danmark, bæði tá ræður um miðnámsútbúgvingar, handaligar útbúgvingar eins og hægri lesnað.

? Serliga eigur landsstýrismaðurin at greina, hvat grundarlagið er fyri møguligari atgongd hjá øðrum norðanlendingum til danskan lestrarstuðul. Er hetta bert vanlig donsk praksis, sum kann broytast. Er talan um EU reglur, sum føroyingar ikki fáa ágóðan av.


Ikki danskir ríkisborgarar

Og víðari vísir Heðin Mortensen á í viðmerkingunum, at Ísland loysti í síni tíð frá danska ríkinum. Tí hevur støðan hjá íslendskum lesandi serligan áhuga. T.d. hvønn týdning hetta hevði fyri rættindi íslendinga til danskan lestrarstuðul.

? Landsstýrismaðurin eigur gjølla at meta um, hvønn týdning tað fær fyri føroysk lesandi ikki at vera danskir ríkisborgarar, tá ræður um atgongd til danskan lestrarstuðul, sigur Heðin Mortensen í viðmerkingunum.