Eingin trygd at vera ungur og frískur

Ein kanning í Noregi vísir, at 67 av 244 sjúklingum, sum doyðu við koronu, høvdu ongar aðrar staðfestar kroniskar sjúkur.

 

Í Noregi eru 354 fólk deyð, sum høvdu koronu. Í Svøríki er talið av deyðum farið upp um 7000. Hóast tað búgva tvífalt so nógv fólk í Svøríki sum í Noregi, sæst skjótt, at Svøríki hevur verið munandi harðari rakt av herviligu farsóttini enn Noreg.

Ein norsk kanning vísir, at av 244 fólkum, sum høvdu koronu og doyðu, høvdu 67 fólk ongar aðrar staðfestar kroniskar sjúkur. Tískil skuldu hesi 67 fólkini ikki verið í hávandabólki. Men, tey gjørdust kortini so mikið sjúk, at hetta kostaði teimum lívið.

Norska kanningin vísir eisini, at av teimum, sum vóru 90 ár og eldri, tá tey fingu covid-19, doyði helmingurin. Altjóða gransking vísir, at tað eru tey elstu, sum eru í størsta vanda fyri at doyggja. Men, hinvegin ber ikki altíð til at siga frammanundan, hvør verður álvarsliga sjúkur.

Altjóða kanningar vísa eisini, at øll kunnu gerast smittað, og øll kunnu gerast sjúk. Tað er eingin full vissa, tó at tú bæði ert klænur, ungur og frískur. - Vit fara at hyggja upp á allar hesar greiningar og síðan hyggja upp á, hvør eigur at lata seg koppseta móti covid-19.

Tað sigur stjórin á deildini hjá norska Fólkaheilsustovninum fyri kroniskar sjúkur og aldring, Hanne Løvdal Gulseth, við VG.