Eingin Totti ímóti United

Mikudagin spæla Manchester United og AS Roma seinnu fjórðingsfinaluna í Champions League. United vann fyrra dystin 2-0 og er favorittur til at fara víðari. Stóru stjørnuspælarin hjá AS Roma, Francesco Totti verður heldur ikki við í seinna dystinum. Hann hevur ein skaða í lærinum, og tað er longu nú greitt, at Totti verður ikki við mikudagin.