Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot frá Framsókn um at vanligir handlar skulu sleppa at selja øl og vín. Men hendan dagin, málið var til umrøðu í Løgtinginum, var tað púra greitt, at tað er eingin møguleiki fyri, at uppskotið verður samtykt. Tvørturímóti standa tey í Framsókn púra einsamøll við ætlanini um at gera tað lættari at fáa fatur á øli og víni.
Eisini Magnus Rasmussen, landsstýrismaður á økinum, sigur, at samgongan hevur ongar ætlanir um at broyta rúsdrekkalógina. Tingið stendur væl saman um lógina, sum hon er í dag, og Framsókn stendur rættiliga einsamalt, staðfesti hann.
Hann legði afturat, at Løgtingið plagar at halda seg til Fólkaheilsuráðið á hesum øki og Fólkaheilsuráðið sigur, at tað, sum er avgerðandi fyri nýtsluna av rúsdrekka er, hvussu nógv tað kostar, og hvussu lætt tað er at fáa fatur í.
– Rúsan virkar væl og tey allarflestu norðurlondini, vit samanbera okkum við, hava líknandi skipani, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at tað merkir, at fólk mugu ganga nøkur eyka fet, ella koyra eitt sindur longri, fyri at fáa rúsdrekka - og fyri at verja børnini ímóti at fáa rúsdrekka.
Magnus Rasmussen sigur eisini, at úrvalið í Rúsuni er rættiliga stórt og hann ivast stórliga í um tað hevði verið størri um tað fór í handlarnar. Og er tað onkur, sum vil hava okkurt heilt serlig slag, ber eisini til at fáa Rúsuna at bíleggja tað.