Eingin tekur Jarnbard

Eftir fýra kappingar hava tær á Jarnbardi fulla úrtøku og eru harvið á beinari FM kós

Tað gekk, sum tað plagar, tá ið 6-mannaførini við kvinnum kappaðust á Vágsfirði. Jarnbardur legði seg beinanvegin framum hinar bátarnar, og Jarnbardur helt tørn um oddasessin allan túsund metra teinin.

 

Sí myndir av jóansøkuróðrinum við at trýsta HER

 

Eingin kapping var um plaseringarnar. Lómur var eina stóra bátslongd aftanfyri Jarnbard, og Sølmundur var tvær bátslongdir aftanfyri Lóm.

Sigurin ber við sær, at Jarnbardur eftir fýra kappingar hevur fult stigatal – 28 stig, og harvið er tað millum lítil og eingin kapping um FM heitið.

 

1Jarnbardur05:18.12  
2Lómur05:21.14  
3Sølmundur05:27.05