StÍF-H71 30-22 (12-9)
Strandingar løgdu harðliga fyri, tá H71 vitjaði í gjár.
Eftir lítlari løtu stóð 9-2 á talvuni, men gestirnir vildu tó kortini ikki geva seg heilt.
Teir minkaðu heilt væl um munin fyri steðgin, men í seinna hálvleiki setti StÍF aftur ferð á, og so varð enn ein sigur settur á kontina hjá liðnum, sum nú fer undir fyrireikingarnar til steypafinaluna.
Bestu málskjúttarnir í dystinum vóru Sveinur Justinussen, sum skoraði 7 ferðir fyri StÍF, og Dánjal Tórgarð, sum skoraði 8 ferðir fyri H71.










