Eingin spyr eftir Sjálvstýrisflokkinum

- Síðan løgmaður segði samstarvið við Tjóðveldi upp í gjár, havi eg spurt løgmann, hvussu er við avtaluni millum Sjálvsstýrisflokkin og samgonguna, men løgmaður hevur svarað, at tað veit hann ikki. Hetta er heilt margháttligt, tá avtalan skuldi byggja á samstarv og álit millum partarnar, sigur Kári P. Højgaard, formaður Sjálvsstýrisfloksins

Politikkur

 

- Man kennur seg í løtuni sum í einum fótbóltsdysti, har tú situr á beinkinum og bíðar eftir at vera innskiftur. Men tað gongur ógvuliga trupult at vera settur á liðið.

Tað sigur Kári P. Højgaard um poltisku støðuna, nú løgmaður hevur sett Tjóðveldinum stólin fyri hurðina.

- Eg upplivi støðuna soleiðis, at hin 12. august var avtala undirskrivað millum Sjálvstýrisflokkin og samgonguna fyri opnum skermi, sum alt Føroya fólk var vitni til. Avtalan bygdi á sínámillum álit og samstarv, sum hevði til endamála at loysa stór mál, sum samgongan hevur sett sær fyri, og sum Sjálvsstýrisflokkurin kundi taka undir við. Aftrat hesum høvdu vit okkara løglista og okkara valskrá, sum part av hesi avtalu.

Kári vísir á, at blekkið var nóg illa tornað, tá fyrsta stríðið tók seg upp, og Tjóðveldi fór í einarúm av viðgera innanhýsisstøðuna, tí semja ikki fekst í flokkinum um fiskidagar.

- Stutt eftir fór løgmaður í samráðingar við tveir aðrar flokkar, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, men hesar samráðingar førdu so ikki á mál. Alt hetta hendi, hóast Sjálvsstýrisflokkurin hevur hildið gjørdu avtaluna út í æsir.

 

Visti einki

Formaðurin sigur, at nú ótraditionella og nýskapandi samstarvið millum samgongu og Sjálvsstýrisflokkin kundi komið í gongd – í fyrsta lagi við at fáa fíggjarlógina fyri 2009 lagda fyri tingið, koyrir løgmaður Tjóðveldi úr samgonguni.

- Eg visti av ongum og fekk boðini frá løgmanni beint fyri tíðindafundin klokkan 15 í gjár.

Kári P. Højgaard sigur, at meðan Sjálvsstýrisflokkurin hevur verið stuðulsflokkur, hevur landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, havt flokkin við til kunningar um støðuna á sínum øki, og síðan hevur landsstýrismaður Miðfloksins í fíggjarmálum, Karsten Hansen, havt flokkin til kunningar um skerjingar av blokkinum upp á 117,5 miljónir krónur.

- Annars hava vit onga kunning fingið og einki samskfti hevur verið um nakað sum helst, sigur hann.

Formaðurin sigur, at hann síðan uppsøgnina hjá løgmanni hevur spurt Jóannes Eidesgaard, hvar Sjálvs stýrisflokkurin er endaður í øllum hesum við atliti til gjørdu avtaluna við samgonguna.

- Løgmaður hevur svarað, at tað veit hann ikki, og nú prát hevur verið millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um møguleikar fyri nýggjari samgongu, er Sjálvsstýrisflokkurin slett ikki kontaktaður og hevur einki tilboð fingið um nakað sum helst, sigur Kári sum heldur, at løgmaður hóskandi átti at sagt avtaluna við Sjálvsstýrisflokkin upp, áðrenn hann fór í samráðingar við aðrar flokkar.

Hann heldur, at tað, sum er hent, er rættiliga margháttligt, tá avtalan flokkana millum skuldi byggja á álit og samstarv.

 

Vildu ikki uppí

Kári P. Højgaard sigur, at orsøkin til, at Sjálvsstýrisflokkurin ikki vildi fara beinleiðis upp í samgonguna, var, at tíðin síðan samgongan varð skipað hevur verið rættiliga turbulent.

- Vit vildu gjarna vera við til at skapa politiskan stabilitet í landinum, men vit vildu ikki draga henda turbulent, sum Føroya fólk hevur verið vitni til, inn í Sjálvsstýrisflokkin, sigur formaðurin, sum annars heldur, at tað hevði verið stór skomm mótvegis Føroya fólki, um landið longu aftur skuldi verið kastað út í eitt valstríð.