Eingin sprinklararskipan á Varðin Pelagic

Eingin sprinklaraskipan var í Varðanum Pelagic á Tvøroyri, ið kundi fara frá, tá eldur kom í virkið í seinastu viku. Tað kemur fram, nú ið eldsbrunin á virkinum verður kannaður.

 

Virkið var brunagóðkent av Tvøroyrar kommunu, ið er myndugleikin á økinum, sigur Bogi Jacobsen við útvarpið hjá KVF.

 

Hann sigur víðari, at tey hava havt brunaserfrøðingar og verkfrøðingar inni á virkinum, at tryggja sær, at alt var sum tað skuldi og at allar mannagongdir vórðu uppá pláss.

 

- Vit hava so roynt at gjørt tað so trygt sum gjørligt, men vit mugu eisini hyggja inneftir og vita um tað er nakað, sum vit kundu gjørt betur eins og serfrøðingar eisini skulu eftirhyggja tað, sigur Bogi Jacobsen.

 

Bogi Jacobsen sigur, at sjálvur hevur hann ikki innlit í tað tekniska viðvíkjandi brunatrygd, men at felagið hevur havt brunaserfrøðingar inni at gera skipanina.