Eingin slingur í valsinum hjá Víkingi

1.DEILD: Toppliðið er framvegis ósigrað, og HB hevur bara vunnið einaferð

Hetta er rimmar vikuskifti hjá Víkingi, sum tvær ferðir hevur vunnið fulla úrtøku ímóti feløgum í Gundadali.

Í gjárkvøldið vann Víkingur í bestu deildini 1-0 á heimavølli ímóti B36.

Í dag vann næstbesta liðið hjá Víkingi 2-0 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB.

Víkingur er ósigrað topplið. Úrtøkan er nítjan stig fyri seks sigrar og ein javnleik.

HB hevur vunnið ein dyst, spælt ein javnan og tapt fimm dystir.

Fyrra málið í dag skoraði Ingi Jonhardsson í trettanda minutti, og seinna málið skoraði Bergur Gregersen, tá ið tað restaðu fýra minuttir.

Eingin av teimum, sum plagar at vera á listanum á besta liðnum hjá HB, var við í dag. Heldur ikki Sebastian Pingel, sum ivaleyst fer at eiga leiklut á besta liðnum, sum í morgin fer at spæla á heimavølli ímóti Skála.

Hjá Víkingi var Gert Hansen á vøllinum í fyrra hálvleiki, og miðvallarin Milan Svojic, sum seinastu ferðirnar hevur verið eykamaður á besta liðnum, var á vøllinum í 70 minuttir. Hans Jákup Lervig, sum fleiri ferðir hevur verið eina løtu á besta liðnum, spældi í dag allan dystin á tamb.

Um eina viku skal HB inn á Skála og Víkingur út á Toftir.