33 ára gamli havnarmaðurin, Petur Háberg, bjóðar seg nú fram fyri Tjóðveldi til komandi løgtingsval. Sjálvt um Føroyar er millum ríkastu lond í heiminum, ásannar hann, at tað framvegis eru summi, sum ikki fáa endarnar at røkka.
- Tað haldi eg ikki, at vit sum føroyingar kunnu liva við, sigur Petur Háberg.
Hann heldur ikki, at nakar ivast í, at vit hava fátøk í Føroyum - og at vit hava børn, sum liva í fátækradømi.
- Eg trúgvi heldur ikki, at tað er nakar, ið heldur hetta vera í ordan. Men, hetta átti at ruddað øll onnur mál burtur og fingið hægstu raðfesting: Hvussu loysa vit hetta?
Petur Háberg staðfestir, at soleiðis er tað kortini ikki. Eftir hansara tykki er raðfestingin skeiklað.
- Vit kunnu ikki blunda og halda, at onkur annar skal skapa rættvís livikor her í Føroyum. Vit mugu sjálv gera tað, sum skal til og býta virðini rætt í Føroyum.
Hetta er ein av orsøkunum til, at hann ynskir at stilla upp. Petur Háberg heldur, at tað eru fleiri aðrar raðfestingar, ið eru ørkymlandi.
- Tosað verður nógv um at fáa útsetar heim. Men, ynskja vit tað, umframt at vit, sum lesa í Føroyum, skulu trívast og fullføra okkara útbúgving, er neyðugt at gera okkurt álvarsligt við bústaðarumstøðurnar.
Hann heldur, at ein byrjan kundi verið at bygt almennar leigu- og lestraríbúðir kring landið sum skjótast, so allar ungar familjur fáa ein reellan møguleika at vera ein familja og ikki brotna av strongd.
- Tað átti ikki at verið neyðugt at melda út, men eg fari ikki at lúgva. Eg eri greiður yvir, at tað er ein rúgva, sum eg ikki veit. Fari eg skeivur - sum ikki kemst uttanum - so viðgangi eg tað.
Hann heldur tað vera neyðugt at taka fólkaræðið niður á eygnahædd aftur, sum hann tekur til. Løgtingið skal tæna fólkinum - og ikki umvent.
Petur Háberg gongur á Fróðskaparsetrinum og lesur sosialvísindi og samfelagsplanlegging.
Hann hevur í nógv ár arbeitt við børnum og ungum í eitt nú Margarinfabrikkini og hevur seinastu nógvu árini samskipað verkætlanina ‘Ung í arbeiði’ í Tórshavnar kommunu.
Petur bjóðar seg fram at stilla upp fyri Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, sum hevði fyrsta uppstillingarfund í kvøld.