Oyrarbakki: Tað er ikki gott at vita, hvat tann ella tey hava hugsað fyri sær, tá tey náttina til sunnudagin brutu sær veg inn í Felagsskúlan á Oyrarbakka.
Í øllum førum hava viðkomandi framt eitt rættiliga umfatandi herverk á skúlan.
Teir hava brotið sær veg inn í skúlan gjøgnum ein rút, og hava síðani tipt vaskini og koyrt kranarnar á fult.
Úrslitið gjørdist so tað, at eingin skúlagongd var í dag. Men í morgin verður aftur farið í skúla sum vanligt.
Løgreglan er í dag á staðnum og kannar um herverksfólkið hevur latið onkur spor eftir seg.
Heitt og kalt vatn
Tað hevur regnað illa um vikuskiftið, men tað vóru kortini aðrar nøgdir av vatni sum møttu teimum, ið komu í felagsskúlan um vikuskiftið.
Í ovaru síðu á skúlanum hevur onkur brotið ein rút og er síðani farin á rundferð til vaskini í skúlanum.
Her hava viðkomandi fyrst fylt frárenslini við wc-pappíri og hava síðani skrúvað bæði teir køldu og heitu kranarnar frá.
Tann fyrsti sum síðani kom til skúlan kundi bara staðfesta, at her var stórur vatnskaði hendur á gólvini í ovaru hæddini og í kjallaranum.
- Her var einki annað at gera enn at avlýsa skúlagongdina í dag, sigur skúlastjórin, Jón Ingi Ejdesgaard við Sosialin.
Í morgin verður kortini farið aftur í skúla sum vanligt.
Eingin illgruni enn
Av Politistøðini í Runavík verður upplýst, at ein løgreglumaður hevur verið á staðnum í dag, saman við umboðum fyri eitt nú tryggingina.
- Vit hava ikki illgruna til nakran enn, og tí vita vit heldur ikki, um tað eru næmingar ella aðrir persónar, sum hava framt hetta herverkið, verður upplýst hagani.
Ein av uppgávunum hjá løgreglumanninum, sum í dag er á felagsskúlanum er júst at fáa nærri greiðu á hesum spurninginum.
Staðfestast kann tó kortini, at tann ella teir sum hava framt hetta herverkið, hava ætlað sær inn í skúlan rættiliga ósæddir.
Hetta sæst best av at tann brotni rúturin lá í ovaru síðu av skúlanum, burtur frá fólki og burtur frá alfaravegi.