Eingin sjálvstøðug tjóð?

Tað kann ikki sigast at Føroyar eru ein sjálvstøðug tjóð, tá vit ikki umsita allan avgerðarrætt yvir land og sjóøki og undirgrund og loftrúmi yvir Føroyum!

 

Tað kann ikki sigast, at Føroyar og arbeiðandi fólkið er demokratiskt/fólkaræðisliga skipað/við nærdemokrati/kommunalum sjálvstýri, sum støðan er í dag.

Tað kann vísast til tær miðsavnandi stýrisskipanir/ lóggávur/dagligu mannagongdir/kunngerðir/reglugerðir, ið er tillagað arbeiðs/starvsfólki í umsitingum!

Tað kann vísast til tær búskapar, samfelags, fakligar, politiskar, mentanarligar, handils, vinnuligar og sosialar skipanir/lóggávur/ dagligu mannagongdir v.m.!

Tað sama er við skipað lands/kommunalt/alment/ privat framleiðslu/flutnings/tænastu virksemi/ úti í kommunum, og við tí rikna familjupolitikkinum!

Tað hevði verið uppá tíðina, at borgarar/veljarar/ landspolitikarar taka annað skinn um bak og fáa sett seg inn í viðurskiftini og virksemið!

Tað er ikki minst galdandi við skipaðar langtíðar fíggjar- og íløguætlanir land, kommunur, almenna, privata, ið ganga skal yvir eitt longri áramál!

Tað er neyðugt at greiða ábyrgdarbýtið millum land, kommunur, almenna, privata og skipa nærdemokrati, kommunala sjálvstýrið kring alt landið!

Tað er ikki minst galdandi, tá vit fáa skipað økisskrivstovur úti í útjaðarøkjunum undir eftirliti av høvuðsskrivstovum hjá miðfyrisitingum í Havn!

Tað er uppá tíðina at fáa endurskoðað/dagført gald andi skipanir/lógir/mannagongdir/kunngerðir/reglugerðir/innan umsiting áðurnevndu!

Tað er ikki minst galdandi at fáa tillagað umsitingarliga virksemið at tæna viðskiftafólki eins!