Eingin sjálvberandi búskapur við fullveldisflokkunum

Í seinastu útgávu av Fregnum stendur ein grein hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, sum hann kallar "Sambandstræið". Greinin er á tremur við pástandum, sum eftir hondini hava verið fyrigyklaðir Føroya fólki somikið ofta, at eg haldi at teir nú eiga at verða rættaðir.

"Lat okkum taka nøkur dømi, sum lýsa veruleikan", sigur Karsten Hansen, og so ger hann eina samanbering av støðuni, tá hann tók við sum landsstýrismaður 18. mai 1998, og støðuni 1. januar 2003. Hann sigur hvussu nógvur peningur stóð í Landsbankanum tá hann tók við, og hvussu nógv stóð í sama banka nú á nýggjárinum.
Men Karsten Hansen gloymir at siga, at frá 18. mai til 31. desember 1998, stýrdi fullveldislandsstýrið eftir eini fíggjarlóg, sum landsstýrið og samgongan ið sótu undan teimum høvdu gjørt. Tí er árið 1998 úrslit av politikkinum hjá landsstýrinum sum sat fram til valið í 1998, meðan árið 2002 vísir úrslitið av seinasta heila árinum við Karsteni Hansen sum fíggjarmálaráðharra.
- Og lat okkum so samanbera hesi árini:
Í 1998 hevði landskassin eitt avlop áðrenn avdrøg á umleið 470 mió. krónur. Men sambært fyribilstølunum hjá Gjaldstovuni fyri 2002, er hetta talið nú komið niður á umleið 180 mió. krónur, ella ein aftur-gongd á umleið 290 mió. krónur.
Her er vert at nevna, at fullveldislandsstýrið fekk heilar 745 mió. krónur meira inn í skatti og avgjøldum í 2002, enn Sambandslandsstýrið fekk í 1998, so tað átti at borið til at lagt eina munandi upphædd til síðis, um Karsten Hansen veruliga sat so tungt á kassanum sum hann sjálvur vil vera við. Men hvat vísa tølini ? Tey vísa, at í 2002 vórðu einans umleið 50 mió. krónur settar inn í Landsbankan.

Framtíðarútlit
Eitt er at fullveldislandsstýrið, hóast gulltíðir í 2002, einans hevur lagt 50 mió. krónur til síðis. Eitt annað eru framtíðarútlitini fyri 2003. Her mugu vit staðfesta, at útlitini fyri 2003 eru munandi verri. Vit hava eina fíggjarlóg, sum áðrenn avdráttir og eykajáttanir vísir eitt avlop á 240 mió. krónur. Av teimum skulu 148 mió. krónur nýtast til avdráttir, so øll duga at síggja, at tað skal ikki nógv ganga gali, áðrenn landsstýrið má taka pengar út úr Landsbankanum, fyri at fíggja undirskotið (samanber við at úrslitið fyri 2002 sær út til at blíva 190 mió. krónur verri enn fíggjarlógin vísti fyri einum ári síðani).
Sum øllum kunnugt byggir eitt og hvørt landsstýri á herðarnar á tí undanfarna. Fullveldislandsstýrið hevur notið gott av, at sambandslandsstýrið hevði tillagað almenna sektorin til at klára seg við minni inn-tøku. Tá fyrsta fullveldisfíggjarlógin fór at virka tann 1. januar 1999 stóðu meira enn 1,1 mia. krónur í Landsbankanum.
Hevði fullveldislandsstýrið bara klárað at hildið fast við fíggjaravlopið sum sambandslandsstýrið skapti, so høvdu yvir tríggjar milliardir staðið í Landsbankanum í dag. Men tað løgna er, at Karsten Hansen beinleiðis reypar av, at 2,5 milliardir stóðu har tann 31. desember 2002. (Einki verður sagt um, at við mánaðarskiftið februar - mars var talið komið niður aftur á umleið 2,2 mia.) - Hevur hann ikki skilt, at tað stendur nógv minni á bók nú, enn tað veruliga átti at gjørt, ella vil hann ikki skilja tað ?

Ímyndin av einum fullveldi
Ferð eftir ferð hoyra vit umboð fyri fullveldisflokkarnar vísa á, hvussu nógv stendur í Landsbankanum, og hetta er vorðin sjálv ímyndin av fullveldinum. - Tað skal bera til at loysa, tí vit eiga so nógvar pengar.
Hetta minnir um stjóran, sum kemur smílandi fram í fjølmiðlunum og sigur, at virki hansara hevur havt stórt undirskot, men tað ger einki, tí likviditeturin er framvegis góður.
Spurningurin er ikki, hvussu nógv vit eiga á bók. Spurningurin er, hvussu gongdin er í løtuni, og hvussu útlitini eru fyri framtíðina.
Gongdin í løtuni er, at hóast vit hava gulltíðir, so verður lítið og einki sett á bók, og útlitini fyri 2003 eru, at vit, hóast góðar tíðir, mugu í Landsbankan eftir peningi fyri at gjalda avdráttir. Hvussu komandi árini fara at verða, um vit fáa eina niðurgongd í búskapinum, tað má tíðin bert vísa.
Men hvussu fullveldisflokkarnir fáa hetta til at vera eina "tilgongd fram ímóti einum sjálvberandi búskapi", tað skilji eg ikki. Fyri mær sær út til, at gongdin hevur verið júst tann øvugta.