Eingin samgonga uttan Sandoyartunnil

- Verður Sandoyartunnilin ikki gjørdur áðrenn ella samstundis sum Skálafjarðartunnilin, eri eg ikki partur av samgonguni, sigur Páll á Reynatúgvu um tunnilskabalina. Løgtingsmaðurin hjá Tjóðveldinum vísir á, at frá almennari síðu hevur tað alla tíðina ligið í kortunum, at fyrst skuldi Vágatunnilin gerast, síðani Norðoyatunnilin og síðani Sandoyartunnilin. Páll á Reynatúgvu góðtekur ikki, at Skálafjarðatunnilin, sum byrjaði sum eitt privat projekt, verður tikin framum Sandoyartunnilin, um so er at tað almenna yvirtekur privata initiativið.

- Verður Skálafjarðatunnilin tikin fram um í eini almennari raðfesting, so ber til at ímynda sær, at Sandoyartunnilin dettur niður ímillum og kanska slettis ikki verður gjørdur, sigur Páll á Reynatúgvu við Rás2.

Hetta er kortini ikki ein støða, ið løgtingsmaðurin óttast:

- Nei, tað óttist eg ikki. Tí hatta hendir ikki við mær í samgonguni.

Hvussu skal tað skiljast?

- Tað skal skiljast, soleiðis sum tað er sagt.

At um Skálafjarðartunnilin verður gjørdur áðrenn Sandoyartunnilin, so ert tú ikki partur av samgonguni?

- Ja, tað er soleiðis, tað skal skiljast, sigur Páll á Reynatúgvu við Rás2.

Landsstýrið og síðani samgongan er ikki liðugt at viðgera tunnilsætlanirnar.

- Talan er um eina somikið stóra avgerð, at viðgerðin má fáa ta neyðugu tíðina, segði Bjørt Samuelsen við Rás2 í vikuni. Landsstýriskvinnan í vinnumálum segði seg rokna við, at tað fer at taka vikur, men neyvan mánaðir, at koma til eina niðurstøðu.

Bjørt Samuelsen hevur róð framundir, at upprunaleisturin við privata Skálafjarðatunnlinum og almenna Sandoyartunnlinum má broytast.