Eingin samanlegging av ÚF og SVF

Eftir at fólkaflokstingmaðurin Jákup Mikkelsen í gjár vísti á fyrimunirnar við samanlegging av ÚF og SVF, er Annita á Fríðriksmørk greið. ? Tað er gott, at slík uppskot verða løgd fram, men eg ætli mær ikki at arbeiða við hesi ætlan, sigur ein avgjørdur mentamálaráðharri. Tó vil hon seta nýggja nevnd at tryggja óheftan tíðindaflutning

Tingmaður Fólkafloksins í Norðoyggjum, Jákup Mikkelsen, vísti í Sosialinum í gjár á bæði kvalitativu og fíggjarligu fyrimunirnar við eini samanlegging av loftmiðlum okkara. Umframt at báðir stjórarnir, Mikkjal Helmsdal úr SVF og Jógvan Jespersen úr ÚF, ikki mettu fyrimunirnar við uppskotinum vera stórar, tykist mentamálaráðharrin úr Tjóðveldisflokkinum, Annita á Fríðriksmørk, heldur ikki taka undir við ætlanini.
- Hann skal fáa eitt erligt svar frá mínari síðu, og tað er gott, at Jákup Mikkelsen leggur hesa áskoðan fram og tekur evnið upp. Eg fari ikki at arbeiða við eini samanlegging av ÚF og SVF, men eg havi tó ætlanir um at betra um fleiri onnur viðurskifti á loftmiðlaøkinum, sigur ein avgjørdur mentamálaráðharri í aftursvari til Jákup Mikkelsen.

Nýggj kringvarpsnevnd
Í hesum sambandi sigur Annita á Fríðriksmørk, at neyðugt er at fáa ein millumlið millum landsstýrismann og stovnsleiðarar, og við eini broyting í kringvarpslógini er hetta gjørligt.
- Fyri at tryggja politiskt óheftum tíðindaflutningi og fjølmiðlavirksemi sum heild er neyðugt við eini nevnd, sum er ímillum landsstýrið og fjølmiðlastjórarnar, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Í løtuni eru stovnsleiðararnir næstir í hierarkinum eftir landsstýriskvinnuna í Mentamálaráðnum uttan nakran millumlið, og við verandi støðu metir mentamálaráðarrin ikki, at politiski objektiviteturin er í hásæti.
- Tískil er brúk fyri nýggari nevnd ímillum landsstýrið og stovnsleiðarar, sum skal samtykkjast í tinginum, og er hetta neyðugt fyri at tryggja, at landsstýrið ikki viðgerð og tekur avgerðir um fjølmiðlastovnar við støði í partapolitikki.

Solidariskt kringvarpsgjald
Annita á Fríðriksmørk leggur eisini dent á, at broytingar skulu fremjast við kringvarpsgjaldinum.
- Nú hækkaði kringvarpsgjaldið, og hóast samlaða upphæddin má vera tann sama, er neyðugt við eini meiri solidariskari skipan viðvíkjandi kringvarpsgjaldinum, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Spurd, hvat hetta merkir, vísir mentamálaráðharrin ikki ítøkiliga á, um gjaldið beinleiðis og í bræði skal lækkast, men hetta tykist tó vera tað, Annita sipar til.

Hvør sítt sjónarhorn
Viðvíkjandi uppskotinum hjá Jákupi Mikkelsen at fusionera loftmiðlarnar sigur Annita á Fríðriksmørk hinvegin, at fyrimunir eru at halda ÚF og SVF fráskild.
- Tá tveir fjølmiðlastovnar arbeiða hvør sær, verður tíðindaflutningurin altíð borin fram frá hvør sínum sjónarhorni, og júst við hesum fjølbroytni meti eg tað vera ein avgjørdur fyrimunur við tveimum sjálvstøðugum arbeiðsplássum, sigur Annita á Fríðriksmørk. Hon metir eisini kappingina millum útvarp og sjónvarp hækka um fjølmiðlastøðið og vera mennandi.
- Sjálvsagt er nakað av peningi at spara við eini samanlegging, og hesum eri eg samd við Jákupi Mikkelsen í, men viðvíkjandi áskoðanini um betri góðsku eri eg als ikki samd, og ætli eg mær tí ikki at arbeiða við hesi ætlan hansara, eru greiðu boðini frá Annitu á Fríðriksmørk úr Tjóðveldisflokkinum til tingmann Fólkafloksins, Jákup Mikkelsen.

Langt á mál
Tá landsstýriskvinnan á henda hátt ikki tekur undir við eini samanlegging, sum tó ikki er nøkur nýggj hugsan, tykist tað vera langur vegur á mál hjá Jákupi Mikkelsen og øðrum at fáa realiserað hetta sjónarmið, sum í hesum føri hvørki hevur fingið undirtøku úr viðkomandi landsstýrið og heldur ikki millum stovnsleiðarar. Niðanfyri vísir formaðurin í Mentanarnevndini heldur ikki uppskotinum vælvild.