Eingin súla í ár

Fyri aðru ferð síðstu 23 árini hava mykinesmenn gjørt av at avlýsa árliga súlutúrin, so tað kemur ikki nógvur fuglur á borðið í Mykinesi í vetur.

Vágaportalurin skrivar, at eingin lundi er fleygaður, lítið er tikið av havhestaungum og at nú er eisini árligi súlutúrurin hjá mykinesmonnum farin í vaskið.

Oskar Joensen í Mykinesi sigur, at vánaligu líkindini sum hava verið at kalla út í eitt síðani mánaðarskiftið, og tí er árliga súluveiðan avlýst.

Ætlanin var at fara tann 31. august, men hvørki tá ella síðani hava verið líkindi, so tí verður ikki sigið niður á røkurnar eftir súluungum í ár.