Fyrireikararnir av Oyggjaleikunum á Álandi hava nú boðað frá, hvørjar ítróttargreinar verða við á leikunum í 2009. Fimleikurin og badminton vóru send út av leikunum á Rhodos næsta ár, men tey koma innaftur í hitan í Álandi. Hinvegin rýkur súkklingin úr í 2009. Ítrótargreinarnar til Oyggjaleikirnar í 2009 verða hesar: Badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleikur, flogbóltur, fótbóltur, frælsur ítróttur, golf, judo, kurvabóltur, skjóting, sigling/windsurfing, svimjing og tennis