Eingin rentuniðurseting í bræði

Eingin rentuniðurseting verður í næstum, sambært stjóranum í Evropeiska miðbankanum, Wim Duisenberg. Mett verður, at næsta rentuniðursetingin hjá Evropeiska Miðbankanum verður í fyrsta lagi 13. sep-tember, sigur Kaupthing Føroyar.

 

Hin 1. januar 1999 sá ikki einans Evran dagsins ljós, men gjørdist hetta eisini byrjanin til Evropeiska Miðbankan(ECB). Formaðurin, sum stendur odda fyri hesum banka, er hálendingurin Willem F. Duisen-berg. Evropeiski Miðbankin myndar, saman við megin bankunum úr øllum limalondunum í ES, ?

The European System of Central Banks? (ESCB). Føroyska heitið letur bíða eftir sær hesuferð.

Evropeiski Miðbankin hevur verið undir hørðum trýsti frá byrjan av, men Wim Duisenberg hevur støðugt hildið fast um kósina hjá bankanum. Bankin virkar útfrá ES-samtyktum, sum m.a. kunna finnast í Maa-stricht-sáttmálanum. Wim Duisenberg sær fremstu uppgávuna hjá bankanum vera at ansa eftir prísgong-dini í Evropa. Amerikanski búskapurin hevur seinastu tíðina havt trupulleikar, men er spakuliga við at fóta sær. Amerikanski dollarin hevur at kalla frá byrjan veriðsterkiari mótvegis evruni.


Fíggjarpolitikkur skal til

Sambært ?Útlit og Rák?, sum Kaupthing Føroyar gevur út, so var væntandi, at Evropeiski Miðbankin fór at lækka rentuna, men soleiðis skuldi ikki vera.

- Seinasta mánaðin hava vit áhaldandi sæð lyklatøl úr Evropa, sum benda á døpru støðuna, ið evropeiski búskapurin er í. Samstundis bendir nógv á, at prísvøksturin í Evropa er fallandi. Tí var væntandi, at ECB fór at seta rentuna niður 5. juli, men tveir dagar frammanundan segði Duisenberg, at rentustigið í Evropa var hóskandi, sigur Kaupthing Føroyar.

Eftir hvat Kaupthing metir, so skal eingin rentuniðurseting væntast í bræði. Teir siga seg meta, at næsta rentuniðursetingin frá ECB í fyrsti lagi verður hin 13. september.

Eftir hvat skilst á Kaupthing og av heimastíðuni hjá ECB, so verður neyðugt at nýta fíggjarpoltik, t.e. útfrá fíggjarlógum, til at betra um støðuna hjá evropeiska búskapinum. Hetta skal, sambært stjóranum í Evro-peiska Miðbankanum, nýtast í staðin fyri pengapolitik, sum tekur støði í rentuni og ávirkar samstundis almikið íløguvirksemi. Marknaðurin í Evropa hevur , sambært Kaupthing Føroyar, bíðað eftir einari rentu-niðurseting, og vóru nýggjast u útmeldingarnar frá Evropeiska Miðbankanum skuffandi fyri marknaðin.

Gongdin í Evropa tykist at vera tann, at prísvøksturin, sum hevur gjørt seg galdandi seinastu tíðina, tykist at vera fallandi, men tað tykist sum um, at tann vantandi rentuniðursetingin kom illa við evropeiska marknaðinum.

Síðani Evran sá dagsins ljós, so hevur hon sjálvandi merkt evropeiska búskapin, og hetta hevur heldur ikki verið uttan trupulleikar. Amerikanski búskapurin tykist eisini at gerast sterkari í løtuni. Wim Duisen-berg, formaður í Evropeiska Miðbankanum, tykist tó at halda fast við sína kós.


Onga ávirkan á Føroyar

Vantandi rentuniðurseting kemur væntandi ikki at ávirka føroysk partabrøv ella føroyskan búskap. Í Føroyum er sum so eingin partabrævamarknaður. Tey fáu føroysku partabrøvini, sum eru skrásett, koma væntandi ikki at merkja nakað til tað, at eingin rentuniðurseting kom á hesum sinni. Sjálvandi ávirkar gongdin í Evropeiska og amerikanska búskapinum støðuna hjá føroyska búskapinum, men higartil síg-gjast at kalla eingi árin.

Tó valdi danski tjóðbankin at seta rentuna niður fyri einari góðari viku síðan. Tað var danska repro-rentan, sum varð sett niður við 5 grundstigum til 4,95 %, sigur Kaupthing Føroyar.

- Orsøkin er, at danska krónan er styrknað mótvegis evruni í seinastuni, og at gjaldoyrargoymslan hjá tjóðbankanum er lutfalsliga full. Sjálvt um rúm er fyri fleiri sjálvstøðugum donskum rentuniðursetingum, meta vit ikki, at nøkur stórvegis rentuniðurseting verður í Danmark, fyrr enn ECB eisini setur evropeisku renturnar niður, sigur Kaupthing Føroyar.


--