Eingin pólverji til EB/Streym

Tað eydnaðist ikki EB/Streymi at fáa pólverska miðvallaran, sum talan annars var um.

Alment varð ongan tíð nakað váttað úr EB/Streyma-leguni, men felagið hevur verið í samráðingum við ein spælara, sum hevur drúgvar royndir í bestu pólversku deildini. Nú hevur spælarin tó skrivað undir sáttmála við eitt felag í næst bestu heimligu deildini, so tað verður í øllum førum ikki hesin spælarin, sum skal styrkja um hópin hjá EB/Streymi.