Eingin orsøk at missa vónina um Mykines

Seinnapartin í dag setti Steingrím Abrahamsen ta árligu Útoyggjastevnuna í Mykinesi. Í røðuni segði hann, at hóast nógv talar ímóti, so er kortini eingin orsøk at tosa um at útoyggjarnar skulu avtoftast.

Steingrím legði dent á, at Mykines hevur nógv tilfeingi, sum kann gagnnýtast í samband við ferðavinnu og ymiskan smáídnað.

- Er viljin til staðar, so er ein ørgrynna av uppgávum at fara í holt við. Men fyrsta fortreytin er, at bygdin lyftir í felag og í sátt og semju leggur ætlanir fyri framtíðina, segði hann í røðu síni og vísti serliga til ferðavinnuna og tey mongu útlendsku ferðafólkini sum vitja her.

Eitt av hesum tilfeingjum eru tey mentanarsøguligu landsløgini, sum enn eru til á bygd, m.a.tey mongu torvhúsini og kráarløgini. Ein annar møguleiki er bygdin og teir tríggir býlingarnir, sum so at siga órørdir. Bøurin og teir møguleikar, hann hevur, kann nýtast til at vísa, hvussu hoyggjað varð fyrr í tíðini, til lýggin varð settur á og til borið varð inn.

Steingrímur hevur sjálvur gjørt eitt stórt arbeiði við at savna saman staðarnøvn í Mykinesi. Hann hevur í roynd og veru savnað saman eini 1500.

- Har nøvn finnast hevur mannahond verið. Alt ber boð um, hvussu teir gomlu royndu at gagnnýta oynna til fulnar, vísti hann á..

Útoyggjastevnan heldur fram til einaferð út á náttina. Fyrr í kvøld helt Steingrímur fyrilestur um staðarnøvnini, og kl. 20 var útifundir og nú kl. 22 byrjar føroyskur og enskur dansur.