Eg skal beinavegin vísa á ymisk góð elementir í pakkanum, ið eg haldi skulu nevnast:?- Útbyggingarnar av sjúkrahúsinum halda fram, og ein nýggj krabbameinsætlan er ávegis.?- Vísindaráðið er farið til verka. Nýggjur og miðvísur granskingarpolitikkur er á veg.?- Ein serfrøðingabólkur kannar, hvussu vit kunnu fáa best møguliga tilknýtið til ES.?- Játtanin til marknaðarføring av Føroyum hækkar við 10 mió.?Hetta eru bert fýra punkt, ið eg haldi hava uppiborið rós. Tað eru enn fleiri viðurskifti enn tey, ið eg nevni her, ið verða betraði av ólavssøkupakkanum, men eingin nevnir tey ella gevur sær far um tey.?Eg vil her geva eina áheitan til øll um at lesa hetta uppskot, so øll ikki koma við so skallutum álopum, eins og tey frá Høgna Hoydal eru blivin! Eftirhondini er hann farin at reksa upp í saman um alt, sum hann sigur verða galið. Í veruleikanum haldi eg, at hann fjalir dulda gleði yvir henda progressiva pakka hjá samgonguni, men hann roynir sum frægast at goyma tað. Hægri skattir plagdu í øllum førum at kunnu gleða tjóðveldisfólk, men kanska er tað avgerðin um at lata privatar byggja Skálafjarðatunnilin, ið smakkar so illa?