Eingin møguleiki at røkka málinum

Ístaðin fyri at dálka minni, er dálkingin vaksin

Sum gongdin er nú, er óhugsandi, at vit røkka málinum um at dálkingin frá bilum skal vera minkað niður í helvt um fimm ár.

 

Tað sigur Umhvørvisstovan.

 

Í 2009 samtykti løgtingið einmælt ein veðurlagspolitikk fyri Føroyar, og eftir honum skuldi útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum vera minst 20 prosent minni í 2020, enn tað var 2005.

 

Eitt ú skuldi útlátið frá bilum verða 50 prosent minni. Men nú Umhvørvisstovan hevur gjørt støðuna upp, staðfestir hon, at tað er ongin møguleiki at røkka tí málinum.

 

Sum tað sæst á talvuni, er útlátið frá bilum minkað eitt vet hvørt ár síðani 2007. Men 2014 er eitt undantak, tá ið tá í útlátið var 3 prosent hægri enn tað var í 2005.

 

Sostatt kann sigast, í 2014 steðgaði gongdin tann rætta vegin og sum tað sær út nú, er eingin møguleiki fyri at náa málinum.

 

Spurningurin um at eggja føroyingum til at keypa el-bilar, hevur fleiri ferðir verið til umrøðu í Løgtinginum, men higartil er tað ikki blivið til nógv meiri enn við prátið.