Av tí at heilsuligu krøvini til at gagnnýta føroyskt lambskjøt og neytakjøt á matstovum eru so ógreið, er avgjørt at avlýsa tiltakið í ár, sigur Mortan í Hamrabyrgi, fyrireikari.
Tað var tann 22. august 2009 at Tórshavnar Matfestivalur varð hildin á fyrsta sinni. Endamálið var at seta føroyskar matvørur og føroyska matmentan í fokus. At gera nýtt lop at dagføra tilfeingið vit eiga millum fjalls og fjøru.
Tiltakið var skipað í tveimum pørtum. Sum ein framsýning um dagin í Vágsbotni við smakkiroyndum og sum eitt serstakt kvøld, har tríggjar matstovur høvdu matarlepa við føroyskum matvørum burturav á skránni.
- Eldsálir, kokkar, urtakøn, tara-serfrøðingar, føroyskir fiskimenn og ikki minst føroyskir bóndir fóru saman í felags fagnað at sameina gamalt og nýtt, forkunnugt og vanligt, at fremja hesa royndina, at staðfesta hvussu fjølbroytt og vítt er til veggja í føroyskari matmentan, sigur Mortan í Hamrabyrgi.
Tórshavnar Matfestivalur 2009 fekk eisini herðaklapp frá Vinnuhúsinum sum Ársins Átak í fjør.
- Í ár var tankin at gagnnýta royndirnar frá í fjør og seta Matfestivalin enn størri upp og millum annað bjóða útlendsku mat-pressuni hendanvegin. Men undankanningarnir hava víst á sera ógreið heilsufrøðilig viðurskifti og krum í mun til at gagnnýta føroyskt lambskjøt og neytakjøt á matstovunum. Yvirhøvur er tað væl lættari at fáast við innfluttu matvørurnar enn øllum tí vit hava beint rundan um okkum, sigur Mortan í Hamrabyrgi.
Hann sigur tí, at tíðin tykist tíverri ikki at vera búgvin til at fara undir slíkt tiltak aftur sum er.
- Tað er sera umfatandi og ábyrgdarfult arbeiði at skipa fyri matfestivali við tí serføroysku visjón og misjón, sum er berandi fyri Tórshavnar Matfestivali. Ikki minst um ætlanin eisini er at vísa fram fyri umheiminum hvat vita eiga og duga. Tí er tað við stórari sorg at vit mugu kunngera, at avlýst er í ár, sigur Mortan í Hamrabyrgi