Tað hendi eingin mannskaði, tá ein bilførari misti tamarhaldið á vøruvogninum, hann koyrdi, og rendi út av vegnum uppi á Hjalla Eitt ferðsluóhapp um 16.20 tíðina seinnapartin kravdi ongan mannaskaða.
Ein vøruvognur kom koyrandi oman eftir vegnum á Hjalla og yvirhálaði ein framman fyri koyrandi bil.
Meðan vøruvognurin yvirhálar, snarar yvirhálaði bilførarin av einihvørjari orsøk til vinstru inn í høgru síðu aftanvert á vørubilinum, so hesin bilførarin missir tamarhaldið.
Eftir at hava slingrað eitt sindur rendi vørubilurin oman av vegnum og endaði bara fáar sentimetrar frá vegginum á bygninginum hjá Kemilux.
Sum nevnt hendi tíbetur eingin mannskaði, men vørubilurin fór nakað illa. Vakthavandi á politistøðini sigur, at ov nógv ferð ikki var orsøkin til óhappið.
Sí annars myndafrásøgn til høgru á síðuni.










