Fríggjadagin, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri tilfeingið í næstu viku, vóru tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap.
Eitt var á Rygginum og eitt á Byrenbanka. Hesi skipini fáa mest av toski og svartkalva.
Væntandi er, at hesi bæði línuskipini koma inn at landa ávikavist mikudagin og hódagin í vikuni. Restin av línuskipunum liggja við bryggju.
- Veðrið verður brúkiligt í næstu viku, men streymurin harðnar út á vikuna. Væntandi er tí ikki, at nógvur útróður verður í vikuni, verður lagt aftrat.










