Eingin lækni og eingin løgregla

Jákup Suni Lauritsen, Borgarstjóri

Myndugleikarnir sundur liða trygdina í Vágum.
Nú um dagarnar fingu vit boðini um, at okkara læknaskipan er sett úr gildi. Ístaðin er komin ein skipan, sum gevur miðstaðarøkinum enn meira tryggleika.
Nú hava myndugleikarnir hálað alla skipanina til sín. Eftir sita gomul og barnafamiljur, og fáa boð um at koma til Havnar til viðgerðar.

Eingin bráðfeingis hjálp at heinta
Nú kann eingin her um leiðir fáa bráðfeingis hjálp frá lækna eftir kl. 16 vanligar dagar og alt vikuskiftið. Læknin er ikki bráðfeingis tøkur longur. Hendir eitt ferðsluóhapp í Vágum er eingin skjót hjálp at fáa. Læknin, sum hevði vakt í økinum, er ikki longur.
Grundgevingarnar fyri at flyta skipanina í miðstaðarøkið, er, at læknatrot er í miðstaðarøkinum, og at yngri læknar ikki fáast at søkja hesi størv.
Ístaðin fyri at gera kanningar av, hvønn tørv eitt økið sum Vágar hevur, tekur landsstýrismaðurin bert avgerð eftir, hvør rópar harðast.
Hevur landsstýrismaðurin hugsað um, hvør hjálp er at fáa, um ein ólukka hendir í Vágatunlinum og eingin lækni er í økinum, ella sleppur vestur? Ella um ein vanlukka hendur við Flogvøllin, ella í Vágum annars?.
Eingin stór tilbúgvingarætlan kann bert byggja á sjálvbodna arbeiðsmegi. Eingin keta er sterkari enn tað veikasta liðið, verður sagt. Trupulleikin í okkara føri er, at tey fyrstu tvey liðini møguliga eru burturstødd, tá ið brúk er fyri teimum, læknin og løgreglan.
Vit kunnu ikki líta á, at løgreglan kann standa á odda fyri bráðfeingis bjargingini, tí løgreglan er heldur ikki altíð tøk í Vágum longur.
Tað hendi fyrr í ár, at løgreglan í Vágum varð løgd saman við Norðstreymi, og tí kunnu vit ikki líta á at løgreglan er tøk í Vágum.

Tosa ikki saman ?
Hetta sum nú hendir er ein greið ábending um, at myndugleikar ikki tosa saman.
Um eingi international minstukrøv eru fyri, hvussu eitt so viðbrekið økið sum Vágar skal handfarast á trygdarøkinum, við skjótt “internationalum” flogvølli og Vágatunlinum sum einastu lívæðr, so eiga okkara myndugleikar sjálvir at seta hesi minstukrøv.
Eftir 11. september yvirgangsatgerðina í New York, vóru stig tikin til at hækkað hegnið um flogvøllin, hetta fyri at tryggja økið betur. Um sama mundi tók fútin avgerð um at víðkað arbeiðsøki hjá løgregluni í Vágum til eisini at umfata Norðurstreymoy. Hetta merkir at løgreglan kann verða burturstødd ímeðan vandarnir lúra við flogvøllin. Er nakar “logikkur” í hesum?
Hetta nevni eg sum eitt ískoytið bert fyri at vísa á hvussu ábyrgdarleysir og tilvildarligir myndugleikarnir eru á trygdar og tilbúgvingar økinum.