Eingin varð staðfestaður korona-smittaður um vikuskiftið, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tilsamans eru nú 95.279 kanningar fyri møguliga korona-smittu gjørdar í Føroyum.
- 411 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og tilsamans eru nú 374 persónar staðfestir frískir aftur.
Tað merkir, siga tey í Heilsumálaráðnum, at talið av smittaðum í løtuni er 37. Soleiðis eru 12 fólk vorðin frísk síðan í gjár, og talið av fólki í sóttarhaldi er minkað niður í 41.
Í Heilsumálaráðnum vita tey fyrrapartin at siga, at tvey fólk í løtuni eru innløgd á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittu.
- Eingin liggur á intensivari deild, verður lagt aftrat.