Eitt lágtrýst yvir Íslandi fer í ein landnyrðing norðan. Tilhoyrandi brúgvaløg fara væntandi fram við Føroyum hósmorgunin.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, við hørðum hvirlum. Samdrigið og regn. Hitin millum 4 og 9 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, um náttina lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Alt døgnið yvirhøvur skýggað og regn ella ælaveður. Hitin millum 2 og 6 stig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av vestri og suðri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 2 og 8 stig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt æl og hitin millum 2 og 6 stig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl og hitin millum 5 og 9 stig.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl og hitin millum 5 og 9 stig.