Mánakvøldið 25. februar kl. 20.00 verður føroysk frumsýning av nýggja filminum „Eingin kann gera tað perfekta“ í sjónleikarahúsinum í Havn.
Hitt høvuðspersónarnar
Hetta kvøldið verða bæði leikstjórin, Katrin Ottarsdóttir, og myndahøggarin, Hans Pauli Olsen til staðar.
Aftaná sýninginina verður høvi hjá áskoðararnum at hitta tey bæði og skifta orð við tey um filmin.
Filmurin hevði eina væleydnaða, útselda frumsýning á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 30. januar og hevur síðani verið sýndur tvær ferðir í Føroyahúsinum. Fyrst í marts mánaða skal hann væntandi sýnast í Politikens Hus við Ráðhúsplássið í Keypmannahavn í sambandi við framsýning, sum Hans Pauli Olsen skal hava har.
Góð ummæli
„Eingin kann gera tað perfekta“ hevur fingið rættiliga góð ummæli í Danmark, eitt nú í Politiken, har ummælarin Dorte Hygum Sørensen gevur filminum fýra av seks stjørnum og millum annað sigur:
"Uopstyltet og konkret fortæller Hans Pauli Olsen om sit arbejde (...) Fra han begynder at tegne skulpturen op på papir, til den står færdig på Charlottenborg, har Ottarsdóttirs fotografering smukt fat i materialernes forskellige stoflighed og Hans Pauli Olsens arbejde med dem."
Frumsýningin í Sjónleikarahúsinum er almenn.
Atgongumerki kunnu bíleggjast á tlf. 321131 og 281131 ella keypast í Sjónleikarahúsinum ein tíma undan sýningini.