Eingin kærleiki millum United og Liverpool

Tað eru bara tvey ting, sum teir mongu Manchester United-fjepparnir og Liverpool-fjepparnir kunnu semjast um. Teir orka ikki fyri hvørjum øðrum, og teir orka ikki fyri at hava amerikanskar eigarar.

 

Í morgin klokkan 13.30 verður enn ein uppgerð millum Manchester United og Liverpool á Old Trafford í Manchester, sum bæði hava vunnið ensku liguna 18 ferðir.

 

Ein spælari sum hevur roynt seg í fleiri uppgerðum ímóti Liverpool, er United-veteranurin, Paul Scholes, og hann sigur sum er: - Ein kann ikki koma uttanum, at liðini ikki dáma hvørt annað. Bæði liðini fara at leggja nógv fyri at vinna dystin, og tað er nakað, sum aldrin fer at broyta seg. Ein er altíð bangin fyri at tapa, men serliga ímóti Liverpool. So vónandi fáa vit eitt gott úrslit í morgin, sigur Paul Scholes við SkySport.

 

- Ein dystur ímóti Liverpool er altíð týdningarmikil, og aftaná kiksarnir ímóti Everton og Fulham, so mugu vit vinna, tí vit hava longu mist fýra stig, staðfestir Paul Scholes.