Eingin hjartasjúka um 50 ár

Eitt granskingarlið er komið fram til tað genið, sum hevur við møguligar hjartasjúkur at gera. Um 50 ár finnast hesar sjúkurnar ikki.

Hvørt einasta ár doyggja bæði føroyingar og fólk úti í heimi í hópatali orsakað av hjartasjúkum.

Nú verður arbeitt við evnum og skipanum, sum kunnu viðføra, at fólk sleppa undan hesum sjúkunum í framtíðini.

Til tess at koma fram til hetta úrslitið hava granskarar úr øllum heiminum kannað arvaeginleikarnar hjá 200.000 menniskjum.

Teir eru komin fram til nøkur av genunum í mannakroppinum sum ávirka kolestorolið, blóðtrýstið og aðrar faktorar, men enn er langt á mál.

Kortini eru teir bjartskygdir um útlitini fyri at síggja, hvussu hesar sjúkurnar menna seg og tí eisini, hvussu tær kunnu viðgerast.

Onkrir teirra halda enntá, at um eini 10 ár kann ein nýggjur heilivágur móti hjartasjúkum vera á marknaðinum, soleiðis at hesar sjúkurnar fara at hvørva so við og við.