Ernst Jacobsen, stjóri á Arbeiðsloysisskipanini
Tørvur á arbeiðsfólki
Javnan berast tey tíðindi í fjølmiðlunum, at føroyskum arbeiðsgevarum tørvar arbeiðsmegi.
Arbeiðsgevarar, serliga við virksemi innan byggivinnuna og fiskivinnuna, bera fram, at vantandi arbeiðsfólk er orsøkin til, at framleiðslan er avmarkað í mun til, hvat hon kundi verið. Í sama viðfangi verður nortið við, at hóast arbeiðsmegin ikki røkkur, eru fólk, ið fáa arbeiðsloysisstuðul úr ALS, og at tað mangan er til fány?tis at venda sær til arbeiðsávísingina hjá ALS eftir arbeiðsfólki.
Eitt feskt dømi um eina slíka framseting var at lesa í Sosialinum frá 18. januar 2007, har stjórin í Sandoy Seafood er endurgivin fyri at siga, at á Sandoy Seafood hava tey einaferð enn staðfest, at tey fáa ikki nógv burturúr at leita eftir fólki í ALS. Sama er støðan í Tavuni, har virkisleiðarin er endurgivin fyri at siga, at teir hava roynt at fáa fólk umvegis ALS, men at hetta hevur verið til fány?tis. Og í Sosialinum frá 9. januar 2007 er grein um trot á arbeiðsmegi í flakavinnuni. Í greinini verður staðfest, at uppgerðin um ta vantandi arbeiðsmegina stendur í skerandi andsøgn við upply?singar, sum ALS hevur, og sum, sambært greinini í Sosialinum, vísa, at 105 fiskafólk ganga hendur í lumma.
Hesar framsetingar kunnu geva fólki ta fatan, at ALS ikki avgreiðir arbeiðstilboðini á nøktandi hátt, og hetta havi eg hug at gera nakrar viðmerkingar til.
Arbeiðsfólk frá ALS
Í 2006 avgreiddi ALS 330 arbeiðstilboð fyri arbeiðsgevarar. Talan var um bæði almennar og privatar arbeiðsgevarar kring alt landið, og um arbeiði bæði á sjógvi og á landi. Stórur partur av arbeiðstilboðunum vóru til fiskavirki og línubátar.
Tá ið ALS fær ein fyrispurning eftir fólki, senda vit so skjótt sum gjørligt eina røð av CV’um hjá fólki aftur til arbeiðsgevaran. Roynt verður at finna persónar, sum hava bústað, so at til ber at koma aftur og fram til arbeiðis sama dag. Tær stóru broytingarnar í undirstøðukervinum í Føroyum hava, sum vera man, stytt um tíðina at koma aftur og fram hjá einum stórum parti av Føroya fólki, og hesar broytingarnar hava eisini ávirkað, hvørji arbeiðstøk fólk verða vald til tey ymisku arbeiðstilboðini.
Okkara tummilsregla er, at arbeiðsgevarin fær 10 CV fyri hvørt arbeiðsfólk, ið tørvur er á. Tað vil siga, at um ein arbeiðsgevari ynskir 2 arbeiðsfólk, fær viðkomandi 20 CV sendandi at velja ímillum, um 20 fólk eru skrásett í skipanini við teimum røttu førleikunum og við bústaði í einum øki, so at til ber at koma til og frá arbeiði sama dag.
Tað er altíð avgerðin hjá arbeiðsgevaranum, hvørji av hesum fólkum hava rættar førleikar til arbeiðið, og hvørji hann ynskir at tosa nærri við. Um hann velur 5 av hesum 20 fólkunum, verður tað ein spurningur, um nakar av hesum 5 fólkunum velur at taka av arbeiðstilboðnum.
Hini 15 fólkini fáa ikki møguleikan at velja og verða verandi í skipanini.
Tá ið talan er um ávís arbeiðstilboð, millum annað á fiskavirki, tykist gongdin tey seinastu árini at hava verið, at stórir partar av teimum arbeiðstøku velja at siga nei takk. Hendan gongd tykist samsvara við høvuðsniðurstøðurnar í kanningini Arbeiðsmegi á føroysku flaka- og fiskavirkjum í framtíðini, sum granskararnir Dennis Holm og Bogi Mortensen hava latið úr hondum. Samanumtikið vísir tann kanningin, at nógv av teimum, sum arbeiða á flaka- og fiskavirkjum, ynskja annað arbeiði, og at børn teirra fáa annað arbeiði.
Tá ið talan er um arbeiðstilboð á øðrum økjum enn hesum, eisini fyri ófaklærd, gongur munandi betur at finna fólk til arbeiðsgevararnar.
Haldgóða grund?
Arbeiðstøk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, hava rætt til at siga nei takk til eitt arbeiðstilboð. Møguligar avleiðingar fyri arbeiðstøk av ikki at taka av einum arbeiðstilboði frá ALS eru, at tey fáa karantenu í 4 vikur, ella at tey verða koyrd úr skipanini, tí at tey ikki eru at meta sum arbeiðstøk. Hava tey haldgóða grund, fær tað ikki avleiðingar fyri útgjaldið, um tey ikki taka av einum arbeiðstilboði. Ein av teimum haldgóðu grundunum er ein læknaváttan.
Lágt arbeiðsloysi
Við ársbyrjan 2006 vóru umleið 1000 fólk skrásett at fáa útgjald frá Arbeiðsloysisskipanini.
Í løtuni eru um 500 fólk skrásett at fáa útgjald, og er hetta tað lægsta arbeiðsloysi hesa ársins tíð, síðani partarnir á arbeiðsmarknaðinum settu Arbeiðsloysisskipanina á stovn fyri skjótt 15 árum síðani.
Av hesum umleið 500 fólkunum eru umleið 100 fólk skrásett við arbeiðsroyndum innan
fiskavirkisarbeiði. Hesi fólk eru búsett kring allar Føroyar.
Ny?ggj ávísingarskipan og førleikamenning
Hin 26. oktober í fjør fekk almenningurin loksins atgongd til www.starv.fo, arbeiðsávísingina á internetinum. Skipanin er ein liður í royndunum hjá ALS at betra um tænastustigið fyri bæði arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, og royndir higartil vísa, at undirtøkan fyri hesi skipan hevur verið góð.
Eisini hava vit tvey tey seinastu árini arbeitt miðvíst við at betra um útboðið av førleikamennandi skeiðum fyri arbeiðstøk. Hesi skeið eru ment við tí fyri eyga at betra um møguleikarnar hjá arbeiðstøkum at koma aftur til arbeiðis, og tørvurin á førleikum á arbeiðsmarknaðinum hevur stóran ty?dning, tá ið vit skipa fyri hesum førleikamennandi skeiðum. Leggjast skal afturat, at ein partur av, hvat slag av skeiðum ALS bjóðar teimum arbeiðstøku, er gjørd í samráð við vinnuna og fakfeløgini.
Samanumtikið
Samanumtikið kann sigast, at tað lága arbeiðsloysið, rætturin hjá arbeiðstøkum at siga nei til arbeiðstilboð, og talið av fólki, sum arbeiðsgevarar eru áhugaðir í at seta í arbeiði, hava ávirkan á úrslitið av einum arbeiðstilboði, sum ALS avgreiðir. Við amboðum sum starv.fo og førleikamenningini verða úrslitini av hesum arbeiðstilboðum frameftir støðugt betri.










