Metið síðani grundlógina í 1849 hevur Jens Otto Krag, ið sum forsætisráðharri skrivaði út val at vera tann 22. september í 1964. Tá hevði Fólkatingið sitið í 3 ár 10 mánaðir og 23 dagar.
Um Lars Løkke Rasmussen hevði skrivað út val í dag, so hevði tað kunnu verið hildið um 22 dagar, og tá hevði Fólkatingið eisini havt sitið í 3 ár 10 mánaðir og 23 dagar.
Men tað er neyvan nakar vandi fyri, at Lars Løkke Rasmussen fer at skriva val út fyri páskir. Tað hevði valla fallið í góða jørð, um fólkatingsvalstríð skuldi verið á páskum.
Tað hevur verið gitt, at hann fer at halda fólkatingsval sama dag, sum valið verður til ES tingið. ES londini skulu halda tað valið í døgunum 23. til 26. mai.
Av tí at hósdagur og týsdagur eru vanligir fólkatingsvaldagar, so hevur verið gitt, fókatings- og ES-valið verður hildið saman hósdagin 23. mai. Men sum skilst so vil Innanríkisráðið ikki góðkenna 23. mai sum valdag. Tí verður nú gitt, at valið kanska ikki verður fyrr enn í síðstu løtu, 17. ella 18. juni.
Tað verður greitt met, at Fólkatingið fer at sita í fýra fult út.
Bæði fjølmiðlar og embætisfólk í Danmark hava leingi tosað um, at valið í seinasta lagi kann haldast 17. juni, tí tað var hildið 18. juni í 2015.
Sosialurin hevur spurt seg fyri bæði í Innanríkisráðnum og í Løgmálaráðnum, hví tey taka ein dag av valskeiðnum. Sambært grein 33 í grundlógini, so kann Fólkatingið eins og Løgtingið í Føroyum – sita í fýra ár. Men vit hava ikki fingið greitt svar upp á tann spurningin.
Men við at hyggja allar valdagarnar ígjøgnum aftur til grundlógina í 1849, so kann staðfestast, at Fólkaftingið ongantíð hevur sitið í fýra ár á tamb, so sum vit eru von við í Føroyum at Løgtingið so mangan hevur gjørt. Tí hava danir ongantíð roynt tað, at eitt valskeið hevur verið fýra ár á tamb. Eitt ár er eitt ár, tað er tí, at vit til dømis hava føðingardag sama dato á hvørjum ári. Tí eigur valdagurin sjálvandi eisini at vera sama dato, sum hann var fyri fýra árum síðani.
Líkamikið nær Lars Løkke Rasmussen so velur at skriva út valið eftir páskir, so verður hann tann forsætisráðharrin í søguni, sum hevur havt tað longsta fólkatingsvalskeiðið.