Eingin Henry til Føroya

Hann er eftir í Barcelona, har hann hevur sína dagliga gongd hjá sponsku meistarunum. Hetta skrivar heimasíðan hjá spanska stórfelagnum FC Barcelona.

 

Ein onnur av heilt stóru stjørnunum er Frank Ribery. Sambært danska Ekstra Bladet verður Frank Ribery heldur ikki við á Tórsvølli mikukvøldið. Hesin hevur drigist við ein skaða í knænum í longri tíð, men franski landsliðsvenjarin Raymond Domenech valdi kortini at senda boð eftir offensiva leikaranum. Hetta kundi Domenech eftir øllum at døma havt spart sær, tí hesin sigst ikki vera klárur at spæla kortini.