Vikuskiftið 6.-8. september vera Mentanardagar 2019 í Fuglafirði. Í hesum sambandi ynskja fyrireikararnir, at Fuglafjørður skal vera so plastfríur sum til ber, og her er ætlanin at útrudda plastposar.
Skipað hevur verið fyri einari innsavning á bókasavninum av stórum klædnapløggum, sum eitt nú seingjaklæði, løk, dúkar, gardinir og viskustykkir.
- Pløggini seyma vit í felag í Ribarhús til taskur/innkeypsnet, sum verða seld á Mentanardøgunum, skriva fyrireikararnir.
- Ætlanin er, at eingin handil í Fuglafirði brúkar plastikposar hesar dagarnar, og tí kunnu øll keypa sær eina stuttliga tasku/innkeypsnet á Mentanardøgunum.
Peningurin verður latin "Í menniskjum góður tokki".
G.G.: Í gjár stóð at lesa, at Mentanardagarnir vera hetta vikuskiftið, men tað passar ikki. Mentanardagarnir 2019 eru vikuskiftið 6.-8. september.











