Tey, sum ferðaðust við báti ella til gongu fram við strond ella fjøru, kundu til fyri fáum árum síðani gleðast um, hvussu nogv var til, og hvussu spakur skarvurin var. Stovnurin var kanska størri enn hann nakrantíð hevur verið hesa øldina. Eisini fyrstu árini eftir, at bannið at skjota skarv varð sett úr gildi, var nógv til. Men so kom knappliga eitt nýtt veiðimannaættarlið til. Ungir menn. Skjóttgangandi bátar. Og byrsur við fleiri skotum. Hesi fyribrigdi vóru nóg mikið.
Tey, sum fást við veiði og bát, vita, at talan er um einar 5-6 bátar í Havn og nakrar fáar bátar afturat. Farið verður 1. september í lýsingini og skjótt er at fara fram við skarvabølum ella tangum, har skarvur heldur til - fram við Botnsíðuni, í Kirkjubøhólmi, Velbastaðlandinum, runt Hest og Koltur, síðani undir Sandoynna og at enda runt Skúvoynna fyri síðani at halda norður aftur. Á veg til Havnar kanska eitt legg eystan fyri Nólsoynna. 55, 110 ella 165 skarvar fyri at nevna nøkur tøl, sum menn vita um. Gamal skarvur sum ungi.
Á henda hátt er skjótt at skjóta ein skarvastovn niður, og tað sum ikki liggur við fyrsta skot, sleppur at liggja. Tað, sum sleppur á flog, verður siglt upp aftur við einum skjottgangandi báti. Fuglurin hevur ikki ein møguleika at sleppa undan - og við hesum hvørvur eisini ítróttin at skjóta og umdømið at vera ein góður skynsamur veiðimaður.
Sjálvandi skal verða loyvt at skjóta, men sjálvandi skuldi hvør veiðimaður havt eina kvotu og eitt veiðiloyvi ella -prógv, sum øll framkomin lond hava. Harafturat áttu vit at umhugsað at avmarka loyvi til bátar við vanligari ferð, upp í eini 10 míl, eins og í Íslandi. Uttan avmarking í ferð verður veiðiøkið nærum alt Føroyar eftir einum degi. Harafturat áttu vit at havt eina náttúrufyrisiting, sum fylgdi við og hevði skil á. Um vit tóku nøkur slík stig, kundu vit sagt, at vit høvdu ein veiðipolitikk. At vit ongan hava, er veiðilógin eitt dømi um. Hóast tvinnar royndir at broyta hana, hevur einki embætisfólk ella politikari torað at tikið hana fram aftur. Og verandi støða sømir seg ikki eini »mentaðari« tjóð.