Øskustreymurin rekur framvegis yvir oyggjarnar, og eingin bati er at hóma. Danskir myndugleikar boða í morgun frá, at føroyskt loftrúm fyribils er stongt til kl 19 í kvøld.
Sostatt verður eingin flúgving fyrr enn í fyrsta lagi í kvøld.
Atlantsflog hetiir á ferðafólk um ikki at koma til flogvøllin, men fylgja væl við í miðlunum og á www.atlantic.fo, sigur Atlantsflog. Nærri boð klokkan 18.










