Eingin fekk skaða í eldsbruna

Eingin av manningini fekk skaða, tá ið eldsbruni var staðfestur umborð á fabrikstrolaranum Athenu um 14-tíðina í gjár. Eldurin kyknaði har frammi í skipinum.

Nakað av royki var teir fyrstu tímarnar, men umleið klokkan 19 var eingin roykur at síggja, eftir at alt var skalkað til. Trygdarmanningin á Athenu er umborð og hevur eftir øllum at døma tamarhald á støðuni.

Restin av manningini bleiv av trygdarávum flutt av Athenu yvir á Poseidon. Manningin telur 104, harav 2 føroyingar.

Athena fór um 10-tíðina í gjárkvøldið at sigla við egnari megi til nærmastu havn i Chile. Poseidon fylgir Athenu, til tey møta hjálparskipinum, ið chilenska verjan sendur út ímóti teimum.