Eingin fótbóltsvøllur í Dalinum Langa

Varaborgarstjórin leggur seg nú út í kjakið um fótbóltsvøll í Hoyvík. Bogi Andreasen slær fast, at eingin vøllur kemur í Dalinum Langa í Hoyvík. - Sum formaður í byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar býráðs kann eg bara leggja aftrat hesum kjakinum, at hetta als ikki kemur uppá tal, skrivar Bogi Andreasen.

- Eg skal ikki siga, hvar besta staðið annars kann vera. Men hvørki Levi Mørk ella nakar annar sleppur at eyðræna náttúruna í Hoyvík, soleiðis sum mælt verður til, sigur Bogi Andreasen.

Fyri tað fyrsta er ikki pláss til ein tílíkan vøll í Dalinum Langa, sum kemur at liggja kloss upp í Myllutjørn. Hartil verður inntrivið í náttúruna alt ov stórt og vit oyða eitt fríøki, vit heldur áttu at brúkt næstu tvey-trý árini til at planta og gjørt til eina viðalund til gleði fyri allar borgarar, sigur Bogi Andreasen.

Ein fótbóltsvøllur er ikki bara ein fótbóltsvøllur. Her skal til- og frákomuvegur gerast, parkeringsøki til fleiri hundrað bilar, ljóssteyrar, sum stinga nógvar metrar upp í loft, umframt áskoðarapláss til hóp av fólki. Fremja vit hetta verður dalurin aldrin aftur opin sum fríøki fyri hoyvíkingar og aðrar havnaborgarar.

So brúkið heldur orkuna uppá at finna annað alternativ, um tað er neyðugt. Vøllurin er longu staðsettur við skúlan við Løgmannabreyt, men hetta kjakið førir bara við sær, at málið blívur við at draga út, sigur Bogi Andreasen.

Annars standi eg púra spyrjandi, hví Levi Mørk ikki tekur mál sum hetta upp í byggi- og býarskipanarnevndini ella í býráðssamgonguni, ístaðin fyri at viðgera tað í fjølmiðlunum, sigur Bogi Andreasen í skrivi.