Tá føroyingar fríggjadagin 1. november, Allahalgannadag, savnast við minnisvarðar kring landið fyri at minnast tey, ið ikki bóru boð í bý, verður samstundis takka fyri, at eingin føroyingur doyði í sínum yrki á sjónum í ár. Tað staðfestir Fólkakirkjan á heimasíðuni fólkakirkjan.fo.
- Havið gevur og tekur. Á hesum sinni takka vit fyri, at eingin føroyingur er deyður í yrki sínum á sjónum farandi allahalganna ár, skrivar Fólkakirkjan.
At minnast tey, ið fóru á sjónum Allahalgannadag er ein føroysk siðvenja, ið er staðfest við eini løgtingssamtykt frá 1943, ið ásetur, at flagga verður fyri sjólátnum føroyingum.
Sum vanligt verður tað almenna minningarhaldið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, og er tað Sjómansmissiónin, ið skipar fyri haldinum. Aftaná haldið fer løgmaður at leggja ein krans við minnisvarðan fyri tey sjólátnu í Viðarlundini í Tórshavn.
Umframt tað almenna minningarhaldið í høvuðsstaðnum verður eisini skipað fyri staðbundnum minningarhaldum kring landið.

Eingin føroyingur deyður á sjónum farna árið












