Danir skulu ikki taka støðu til tann nýggja ES-sáttmálan. Tað er ikki neyðugt, sigur stjórnin Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, boðaði fyrrapartin frá, at danir skulu ikki á fólkaatkvøðu um tann nýggja ES-sáttmálan.
Forsætisráðharrin segði á tíðindafundi, at tað er ikki neyðugt at leggja sáttmálan fyri fólkið at taka støðu til, tí talan er ikki um, at Danmark skal lata yvirvaldsrætt frá sær, segði hann.
-Tí skal Fólkatingið staðfesta sáttmálan, segði Anders Fogh Rasmussen, sum ikki duldi fyri, at danska stjórnin er sera væl nøgd við innihaldið í tí nýggja ES-sáttmálanum.
Danski Fólkaflokkurin heldur fast um, at sáttmálin skal til fólkaatkvøðu. Pia Kjærsgaard, floksformaður, segði í gjárkvøldið, at stjórnin torir ikki at spyrja fólkið, tí hon er bebbarædd fyri, at svarið verður nei.