Men nógv vatn er runnið í havið síðan tann dagin á vári 1998.
Tvær høvuðsákærur
Staddur á Tvøroyri frætti eg í útvarpinum sunnukvøldið, at eg hevði fingið eitt bræv frá tær, sum tú eisini hevði sent fjølmiðlunum.
Høvuðsákærur tínar eru tvinnar. Onnur, at eg havi funnist at demokratisku mannagongdini í fullveldismálinum og hin, at eg skal hava sagt, at tit ikki hava meiriluta í løgtinginum aftan fyri tykkum í sama máli.
Av hesum báðum er tann seinna sera tyngjandi, meðan tann fyrra altíð vil verða ein spurningur um, hvørji eygu meta um málið. Men lat okkum taka ta seinnu fyrst.
Hóast tú fekst at vita í útvarpinum á middegi mánadagin, at tað var ein misskiljing, sum var hend á Ritzau, sum lá til grund fyri tíðindunum um vikuskiftið, so stendur tú fast við hvassligu atfinningar tínar ímóti mær fyri at koma við álvarsligum og ósonnum pástandum, sum eg tó hvørki eigi lut ella deil í.
Ákæran er afturvíst. Randi Mohr frá Ritzau er komin við eini umbering til mín, og hevur tíðindastovan alment boðað frá, at teir hava mistikið seg. Hetta var tó ikki nóg mikið til, at tú tók ákærurnar ímóti mær aftur, og nú letur tú haraftrat bløðinin prenta brævið.
Heldur fast
um ósannindi
Har vanligt hevði verið at sagt, at har fór eg skeivur og legði teg undir nakað av órøttum, so er tað líkt til, at tað nú herðir stríðið, og tí má okkurt heilt annað búgva undir. Eg kann liva uttan eina umbering frá tær fyri hasar ákærurnar, men eg kann illa liva við, at leiðandi politikkari her á landi heldur fast um ósannindini.
Tað er líkt til, at málið ikki longur er at fáa sannleikan fram, men er knappliga heldur vorðið eitt mál í sær sjálvum.
Tá tað snýr seg um demokratisku mannagongdirnar í fullveldismálinum, nýtist tær ikki at endurtaka alla mannagongdina síðan valið í 1998. Ein av atfinningum mínum um uppskot Sambandsfloksin um eina leiðbeinandi fólkaatkvøðu var júst tann, at landsstýrið hevði mandat til at fara undir samráðingar við ríkisstjórnina, so leingi sum reglurnar í okkara stýrisskipan um at ráðføra seg við uttanlandsnevndina vórðu fylgdar. Formellu reglurnar vóru í lagi. Tískil tóku vit í Javnaðarflokkinum heldur ikki undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum.
Men atfinningar mínar hava verið vendar ímóti gongdini seinastu dagarnar í samband við ráðføringina við uttanlandsnevndina.
Upplýsing er
týðandi lutur
Vit fingu eitt upprit, sum var stemplað í trúnaði. Við bit og slit fingu vit loyvi til at leggja uppritið fyri tingmanningarnar, men ikki út um tað. T.v..s. at vit fáa ikki brúkt teir eksternu ráðgevararnar, sum vit vanliga brúka til slík mál bæði innan løgfrøðina og innan búskaparfrøðina.
Týðandi liður í einari demokratiskari tilgongd er atgongdin til allar upplýsingar og øll viðkomandi skjøl, men sanniliga eisini atgongdin til sakkunnleikan.
Tit hava boðað frá, at eitt uppskot til ein sáttmála verður lagt fyri stjórnina um ein lítlan mánað, og henda vildu vit sum limir í uttanlandsnevndini síggja. Sambært fyrstu útsagnum løgmans, so skuldi heldur ikki uttanlandsnevndin síggja uppskotið til sáttmála.
Tað er landsstýrið, sum alment hevur fráboðað nevnda sáttmálauppskot, og tað var landstýrið, sum boðaði frá, at eingin uttan landsstýrið og danska stjórnin skuldi síggja skjalið.
Einki skuldi fram
Á seinasta fundi í uttanlandsnevndini gjørdi ein meiriluti av, at vit vildu hava løgmann og teg á fund fyri at fáa eina frágreiðing um, hví sáttmálauppskotið skal dyljast sum mansmorð.
Men nú siga bæði løgmaður og tú nakað heilt annað. Fyri tað fyrsta at einki uppskot enn er gjørt til nakran sáttmála, og tað ljóðar í sjálvum sær rættiliga løgið, men haraftrat, at sjálvandi skal uttanlandsnevndin síggja uppskotið til sáttmála, áðrenn farið verður til samráðingar.
So vit siggja, at ætlan landsstýrisins var, at einki skuldi fram, men eftir trýsti frá uttanlandsnevndini, so hava tit verið noyddir til at givið tykkum. Upprunaliga ætlaðu tit, at bert uttanlandsnevndalimirnir skuldu síggja uppritið, men nú fáa tingmenn eisini høvið ? upprunaliga ætlaðu tit, at eingin skuldi síggja sáttmálauppskotið, men nú sleppur eisini uttanlandsnevndin at síggja hann.
Men framvegis situr føroyingurin og veit hvørki út ella inn um tað, sum skal fara fram. Einasta hann hoyrir er, at løgtingsmenn mugu brúka allar snildir fyri at fáa atgongd til neyðugu skjølini, hvussu kann hann tá rokna við at síggja nakað. So koma tit við enn einari roynd at slætta sjógvin ? uppritið verður almannakunngjørt, tá nevndin er liðug við viðgerðina.
Kann ikki samanberast
At gera samanberingar við onnur mál, sum eitt nú markið við Bretland, er púrasta burturvið. Tá stóð øll tjóðin sum ein maður, og um markið var ein kvartfjórðing syðri ella norðari á hevði neyvan givið nøkrum andvekur. Men í hesum máli stendur tjóðin í minsta lagi í tveimum pørtum. Tit mugu læra tykkum at liva við, at kanska ein stórur helmingur av tjóðina ikki tekur undir við ætlan tykkara.
Eg havi ongan hug at gera viðmerkingar til tað, sum er farið fram fyri 30 til 50 árum síðani, tí eg dugi snøgt sagt ikki at síggja nakað endamál við tí. Og eg vænti, at okkurt høvið verður til tað um stutta tíð, og tá kunnu vit so taka alt við.
Viðvíkjandi kreppusamráðingunum í 90´unum, so vóru tá, sum tú eisini sigur, næstan undantaksstøður galdandi. Landdstýrið varð fleiri ferðir boðsent yvir eina nátt til samráðingar, tí mangan vóru bert tímar um at gera, at ikki alt peningakervið fór á heysin. Fyri rættleikans skuld skal her viðmerkjast, at allar hesar samráðingarloysnirnar vórðu lagdar fyri løgtingið og samtyktar. Eisini við atkvøðunum frá m.a. Tjóðveldisflokkinum, sum frá apríl 1993 og fram til sept. 1994 var í samgongu saman við m. ø. Javnaðarflokkinum. Og tá var ikki nýggja stýrisskipanin sett í gildi.
Skuldseting
um landasvik
Annars var orsøkin til, at Ritzau ringdi meg upp leygarmorgunin, at teir fegnir vildu hava mína viðmerking til útsagnir tínar, um at vit nú mugu gera av hvørja síðu vit valdu, ta føroysku ella ta donsku.
Eg svaraði, at hetta var at fara út um øll sømilig mørk, tí í hesum útsagnum lá ein óbeinleiðis skuldseting um landasvik ímóti uml. 60% av veljarunum, sum var tað, sum seinasta veljarakanning vísti um tey, sum ikki tóku undir við fullveldisætlanini.
Eg haldi hvørki tú ella eg ella nakar annar skal gera av, hvørjir rættir føroyingar eru. Ì aktuella málinum, so vilja allir partar, tað eru tit og vit og allir aðrir, tað besta fyri Føroyar og føroyingar. Munurin er bert, hvussu ymiskt vit síggja, hvussu viðurskiftini skulu loysast.
Eg má eisini minna á, at alt hetta tosið um at velja síður og um rættar føroyingar er so óføroyskt, sum nakað kann verða. Hetta var og er framvegis eyðkenni hjá londnum við einflokkastýrum og einaræði, og betur var, um vit brúktu aðrar fyrimyndir.
Somuleiðis mugu vit halda fast um okkara grundlógartryggjaða rætt til í skrift og talu at geva okkara hugsan til kennar. Tí mást tú eisini læra teg at liva við, at hvørki andstøðan ella nakar annar kann fáa munnkurv í hesum stóra máli.
Vinarliga
Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður