Formuladysturin millum ÍF og GÍ, sum skuldi spælast í kvøld, er avlýstur orsaka av ferðsluvanlukkuni í gjár. Hetta var dysturin, sum skuldi spælast av nýggjum, tí ÍF hevði spælt við 12 spælarum eina løtu ímóti GÍ.
FSF hevði ásett dystin at verða spældan í kvøld, men feløgini hava nú í samráð við FSF avlýst dystin orsaka av syndarligu ferðsluvanlukkuni í Fuglafirði í gjár.
Dysturin verður spældur um eina viku.