Í samband við umhvørvisgóðkenningina fyri brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík, hava sonevndar immisiónskanningar - ella árinskanningar - verið partur av krøvunum fyri góðkenningini.
Hesi krøv hava eisini verið galdandi fyri KOB, Kommunalu Orku-og Brennistøðina á Sandvíkarhjalla.
Tá Umhvørvisstovan hevur fingið áheitan frá KOB um at endurskoða sýnstøkurnar av mold, grasi og seyði, hevur stovnurin eisini endurskoðað sýnstøkurnar hjá IRF í Leirvík.
Kravið um sýnstøkur varð sett, tí Umhvørvsstovan ynskti at fylgja við, um dálking frá brennistøðunum sæst aftur í nærumhvørvinum - í jørðini og í seyðinum, sum gongur í økinum.
Í brævi til IRF í Leirvík hin 1. november í ár um hesar sýnstøkur og kanningar, vísir Umhvørvisstovan á, at kanningar nú eru gjørdar yvir fleiri ár.
- Vit meta, at vit nú hava eina tíðarseriu, har til ber at hyggja eftir úrslitunum frá hesum kanningum og kunnu gera eina meting av, um dálking sæst aftur í nærumhvørvinum.
Umhvørvisstovan vísir í brævinum á, at út frá fyriliggjandi kanningum er stovnurin komin til ta niðurstøðu, at tað ikki er neyðugt at gera hesar kanningar í framtíðini.
- Henda niðurstøða er tikin út frá, at brennistøðin klárar at halda tey markvirði, sum eru sett til emmisión í umhvørvisgóðkenningini.
Lagt verður aftrat, at úrslitini frá sýnstøkunum av mold, grasi og seyði fleiri ár aftur vísa, at innihaldið av dálkandi evnum er lágt, og Umhvørvisstovan staðfestir, at eingin týðandi dálking frá brennistøðini er at síggja í umhvørvinum.
Í brævinum til IRF ger Umhvørvisstovan tó vart við, at um tað verður mett neyðugt, kann stovnurin krevja, at sýnstøkurnar verða tiknar uppaftur.