Eingin bussur til Teistan

Tá ið fólk gjárkvøldið umsíðir sluppu úr Skopun yvir á Gomlurættur, var eingin bussur.

Mándagin hevði strandfaraskipið Teistin enn eina ferð tekniskt brek, og í tímar stóðu fólk báðu megin fjørðin og bíðaðu.

Teistin for aftur í sigling, men har var einki bussamband.

- Eg haldi, tað var langt úti, at tá ið báturin fór at sigla aftur, at Strandferðskan ikki kundi hava ein buss at koyra ferðafólkini av Gomlurætt til Havnar. Tey vóru noydd at ringja eftir hýrivogni, og millum ferðafólkini vóru eisini turistar, ljóðar eitt hjartasuff frá einum ferðafólki.

Strandfaraskip Landsins hava ábyrgdina av allari sigling og busskoyringini, men frá stovninum fæst ikki at vita, hví eingin bussur stóð á Gomlurætt, tá ið Teistin kom aftur úr Sandoynni.

Hans Petur Joensen, fíggjarleiðari er einasta fólk í leiðsluni, sum ikki er í summarfrí.

Hansara stutta svar er:

Eingin viðmerking.